
Tørvar tær hjálp?
Vakttelefon er fyri at tryggja at húsarhald við átrokandi trupuleikum, kunnu fáa hjálp
Tænastan er virkin allar 365 dagar um árið:
Mánadag – Fríggjadag kl. 08:00 til 22:00
Vikuskiftið og halgidagar kl. 10:00 til 22:00
Útkall í samband við døgntænastu hava gjald við sær áljóðandi : 1.500 kr. umframt tímatakst og tilfar.
Tað er ókeypis fyri kundar sum hava eftirlitsavtalu av hitapumpu.
Koma vit á staði viðførður hetta kostnað.
Vit bjóða tykkum at gera eina fasta avtalu um at fremja árligt eftirlit av tykkara hitapumpuskipan.
Vit eftirkanna alla skipanina og tryggja at skipanin koyrir rætt og hevur best møguliga rakstur. Eftirlit gevur sostatt ein tryggleika um, at skipanin sannlíkt koyrir støðugt og ikki gerst óvirkin.
Hitapumpuskipanin, ið vit hava veitt tykkum, er ein hátøknulig skipan frá CTC, og sjálvt um hon er millum framkomnastu hitapumpuskipanir í heiminum við hægstu góðkenningum – so er neyðugt, at hon verður viðlíkahildin og javnan eftirhugd.
Garanti er treyta av árligum efturliti
Árligur kostnaður 1.800kr v/mvg
§ 12. 1) Hitapumpuskipanin skal verða eftirkannað av góðkendum installatøri av hitapumpuskipanum í minsta lagi eina ferð í hvørjum kalendaraári, tó undantikið í tí kalendaraárinum, tær eru tiknar í nýtslu.
Stk. 2. 1) Eigarin av hitapumpuskipan skal kunna skjalprógva eftirlitini í minsta lagi 5 seinastu árini og skal eftir umbøn vísa kommununi hesi skjøl.
Til ber at søkja TAKS um at fáa endurrindað meirvirðisgjaldið, tá ið hitapumpan er sett upp og alt arbeiðið er liðugt gjørt.
Í meira enn 50 ár hevur Maria Poulsen veitt hitaskiparnir frá svensku CTC, ið altíð hevur verið ein av fremstu veitarunum innan grøna orku.
Her kanst tú heinta góðkennningar til allar okkara hitapumpur.